- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit brúktu 305.000 tons av olju í fjør
Vit brúktu 305.000 tons av olju í fjør
Fiskiskip eiga góð 29 prosent av oljunýtsluni, onnur skip 23,6 prosent, SEV 14,3 prosent og akfør 10,7 prosent

SEV átti 14,3 prosent av allari oljunýtsluni í fjør.
05.03.2025 - 10:23
Føroyar brúktu 305.000 tons av olju í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Tað er meira enn í 2023, tá vit brúktu 301.000 tons.
Í 2022 var nýtslan 293.700 tons.
Størsta oljunýtslan var í 2021. Tá var hon 312.800 tons.
Fiskiskip eiga góð 29 prosent av oljunýtsluni, onnur skip 23,6 prosent, SEV 14,3 prosent og akfør 10,7 prosent.
Tungoljan eigur meira enn triðing av oljunýtsluni, 34,1 prosent.
Parturin hjá tungljuni var eitt sindur størri í 2023, men minni í 2022.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV