Odmar Færø: Ljótasti sigurin nakrantíð

Odmar Færø: Ljótasti sigurin nakrantíð
Odmar Færø spældi saman við hinum í føroysku verjuni ein branddyst í sigrinum á Armenia. - Hetta er kanska tann ljótasti sigurin nakrantíð, staðfesti hann glaður eftir dystin
14.11.2024 - 19:37

Odmar Færø stóð sum ein brandur saman við hinum í føroysku verjuni í tepra Nations League-sigrinum á Armenia.

Hetta var føroyski mátin, segði venjarin, Eyðun Klakstein, og Odmar Færø var ikki ósamdur.

 - Hetta er kanska tann ljótasti sigurin nakrantíð, segði miðverjin.

Tað hevði minni at siga, helt hann kortini, tá sigurin og tey trý stigini høvdu so nógv at siga.

 - Ja, teir hava onkrar kjansir, men sum oftast var tað onkur, sum kastaði seg fyri og stríddist fyri síðumannin og fyri Føroyar, segði Odmar Færø.

Viljomur Davidsen skeyt føroyska málið við brotssparki fyri steðgin, og í seinna hálvleiki vardi liðið sigurin í hús, hóast trýstið var stórt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079