Taka ímóti Kosovo í nýggjari undankapping

Taka ímóti Kosovo í nýggjari undankapping
- Vit eru betur fyri enn nakrantíð fyrr. Tað sigur Pauli Jacobsen undan fyrsta dystinum í nýggju EM-undankappingini, sum verður ímóti Kosovo mikukvøldið
04.11.2024 - 15:41

Føroysku hondbóltsmenninir eru væl fyri undan EM-undankappingardystinum ímóti Kosovo mikukvøldið.

 - Vit eru væl fyri. Allir spælararnir eru frískir úti í feløgunum, og allir koma á hægri og hægri stig at spæla, so vit eru betur fyri, enn vit nakrantíð hava verið áður, sigur landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen.

Mikudagin taka Føroyar ímóti Kosovo í Høllini á Hálsi í Havn. Vónirnar eru góðar, men krøvini til føroyingarnar, sum í størri og størri mun spæla á fínum adressum í Evropa, vaksa eisini.

 - Væntanirnar eru stórar eftir endaspælið í Berlin. Tað rokni eg við, sigur Bjarni í Selvindi, sum sjálvur spælir í Vali í Íslandi og skal royna at sannføra venjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, um, at geva sær kjansin.

 

Vilhelm ovasti føroyingur í Bundesliguni

Í gjár hittust Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, tá Füchse Berlin og THW Kiel brustu saman í toppdysti í bestu týsku deildini. Teir báðir náddu ikki venjingina í Hoyvík fyrrapartin, men aðrir vóru, sum eisini standa seg væl í heimsins sterkastu hondbóltsdeild. Vilhelm Poulsen hevur fingið eina fína byrjan í Hannover Burgdorf, sum liggur næstfremst í Bundesliguni í løtuni.

 - Tað er nakað annað, og tað skalt tú líka venja teg við, og eg havi ein ordiliga góðan kappingarneyta, sum spælir nógv. Men eg fái nakrar minuttir, so tað er gott, sigur Vilhelm Poulsen. 

 - Vit venja nógv og gott, so tað hevur ment meg.

Dysturin ímóti Kosovo verður klokkan 19:00 mikukvøldið. Kringvarpið byrjar at senda klokkan 18:45.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117