Skálagarður virkar framvegis ikki

Skálagarður virkar framvegis ikki
Viðurskiftini á Skálagarði í Klaksvík eru framvegis ikki komin upp á pláss. Síðan stríð í summar um uppsagda stjóran á stovninum, er talið av búfólkum bara minkað
15.10.2024 - 19:36

Skálagarður í Klaksvík er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil í Klaksvík, sum byrjaði sítt virksemi í mars í fjør. Men hann er ongantíð komin atvirka sum hann skal.

Trupulleikar vóru at fáa starvsfólk og ósemjur í leiðsluni á stovninum og Almannaverkinum høvdu fyrr í ár við sær, at stjórin mátti til hús.

Pláss er fyri fimtan brúkarum á stovninum á stovninum, men í løtuni er bara trý eftir. Tann fjórði varð sendur heim herfyri, eftir øllum at døma av misgáum.

At røkta hesi trý fólk eru tólv starvsfólk og nakrir avloysarar.

Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, segði í summar, at trupulleikararnir skuldu verið loystir í august.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Týsdag 15. oktober
Tíðarrák (1:5)
182052
Týsdag 15. oktober
Morgunlestur týsdagur 15. oktober 2024
181964
Mánadag 14. oktober
Við Tórði á túri á Eydnufestivali
182054
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907