- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merktu grindahvalirnir ferðast suðureftir
Merktu grindahvalirnir ferðast suðureftir
Hvalirnir, sum vóru merktir á Klaksvík, hava ferðast 1200 fjórðingar
15.10.2024 - 15:59
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri einum mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir.
Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og hon er nú komin suður á 52. breiddarstig. Ferðin er í miðal tveir fjórðingar um tíman, so hon mest sum damlar suðureftir, skrivar Havstovan.
Blá og grøn strika eru hvalirnir, sum vóru merktir á Fuglafirði. Reyð og ljósareyð strika eru hvalirnir, ið vóru merktir á Klaksvík. (Mynd: Havstovan)
Merkta grindin úr Fuglafirði, ið nú hevur verið merkt í hálvan annan mánað, hevur yvirhøvur hildið seg longri norðuri - í seinastuni mest í hellingini norður av Rockallbankanum.
Seinastu tveir dagarnar hevur hon aftur ferðast norðureftir, og er nú komin norður í dýpið millum Ytra- og Ytstabanka, verður sagt av Havstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV