Vit mugu minnast tað góða

Vit mugu minnast tað góða
Minnisvarðar vera oftast settir yvir daprar hendingar, men á Sandi er minnispláta sett upp fyri at minnast eina gleðishending.
 
15.10.2024 - 11:44

Tá óveður brast á tann 14. mars 1940, vóru tríggir bátar ov seinir at venda leiðina heim aftur til Sands. Hetta hevði við sær eina óhugnaliga nátt, har menn fyrst máttu fara úr einum báti, og síðani eisini báti nummar tvey, til teir at enda sótu 20 mans í einum báti, sum er minni enn eitt tíggjumannafar. 

- Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu her hevði verið á Sandi, um teir ikki komu aftur, sigur Kristian Oskar Henriksen, sum er ein av teimum, sum hevur arbeitt fyri, at minnispláta verður sett upp fyri at minnast gleðishendingina, tá allir 20 menninir komu aftur í øllum góðum dagin eftir.

Minnisplátan er fest í sólurið, sum stendur á Ljósafløtti á Sandi, og hon er eitt gott prýði fyri bygdina, heldur Kristian Oskar.

1701870

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652