Svenskir miðlar: Mbappé partur av neyðtøkumáli

Svenskir miðlar: Mbappé partur av neyðtøkumáli
Kylian Mbappé skrivar á sosiala miðlinum X, at talan er um falstíðindi
Kylian Mbappé er liðskipari á franska fótbóltslandsliðnum.
Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2024 - 15:40

Svenskir fjølmiðlar vilja vera við, at liðskiparin á franska fótbóltslandsliðnum, Kylian Mbappé, er partur av neyðtøkumáli í Stokkhólmi.

Svenski ákærumyndugleikin váttar, at hann kannar eitt mál um neyðtøku á einum hotelli í Stokkhólmi í síðstu viku.

Tað var í síðstu viku, at franska fótbóltsstjørnan og vinir hansara vitjaðu svenska høvuðsstaðin í tveir dagar.

Aftonbladet og Expressen vilja vera við, at tað er Mbappé sjálvur, sum verður kannaður fyri neyðtøkuna á hotellinum.

Hetta er kortini ikki váttað av løgregluni.

- Eg viðmerki einki um ítøkiliga málið, sigur Marina Charikova, ákæri, við Aftonblandet.

Kylian Mbappé skrivar á sosiala miðlinum X, at talan er um falstíðindi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497