- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øl í stríðum streymum á vestaru bryggju í Havn
Øl í stríðum streymum á vestaru bryggju í Havn
Mikkeller skipar fyri einum ølfestivali í Havn, har 25 bryggjarí og 200 ymiskar øl eru við
11.10.2024 - 19:24
Ølið rennur í stríðum streymum í hesum døgum á Vestarubryggju í Havn. Droparnir koma úr USA, Litava, Belgia, Svøríki. Kekkia, Danmark, Íslandi, Póllandi, Grikkalandi og Estlandi - og so frá føroyska OY.
Meira enn helvtin av teimum, sum høvdu keypt sær atgongd til ølfestivalin hjá Mikkeler í Havn, vóru útlendingar. Har vóru evropear, amerikanarar, japanar og so føroyingar.
Tað er maðurin handan Mikkeller, Mikkel Borg Bjergsø, sum er maðurin aftanfyri festivalin. Hann hevur áður skipað fyri tveimum líknandi festivalum, einum í Keypmannahavn og einum í Tokyo - og so nú í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV