Uttanríkisráðið brúkti 171.000 kr. til rit, sum ongantíð er givið út

Uttanríkisráðið brúkti 171.000 kr. til rit, sum ongantíð er givið út
Málið er at fáa tilfarið út í broyttum líki í ár, sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri
Uttanríkisráðið hevur brúkt 171.000 kr. til eitt rit, sum ongantíð er givið út.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2024 - 08:54

Uttanríkisráðið hevur brúkt meira enn 171.000 krónur til eitt rit, sum ongantíð er givið út.

Flestu pengarnir eru brúktir til at samskipa arbeiðið, sum tó steðgaði upp, tí aðalráðið broytti meining í tilgongdini.

 

Herálvur Joensen er aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uttanríkisáðið ætlaði at gera arbeiðið saman við Fróðskaparsetrinum, og tí setti aðalráðið ein uttanhýsis samskipara á uppgávuna. Fyri ómakin fekk viðkomandi 143.000 krónur.

- Málið er at fáa tilfarið út í broyttum líki í ár, lovar Herálvur Joensen, aðalstjóri.

Ritið fer ikki at snúgva seg um uttanríkistænastuna sjálva, men í staðin um nøkur uttanríkispolitisk mál, sum hava týdning fyri Føroyar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16102024_Uttanrikisrad

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656