Liðskiparin: Teir brúka hondina

Liðskiparin: Teir brúka hondina
Viljormur Davidsen var ógvuliga vónsvikin eftir tapið fyri Lettlandi. Hann helt, at lettiska málið skuldi verið kolldømt, men iðraði seg um misnýttu kjansirnar ímóti endanum
10.09.2024 - 19:14

Føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, var ógvuliga vónsvikin eftir 1-0 tapið fyri Lettlandi í Nations League.

Hann fanst hvassliga at dómaranum í samband við málið, sum lettar fingu, tá 64 minuttir vóru spældir.

 - Úr mínum vinkli sær tað út til, at hann fær stóran fyrimun, tí hann brúkar hondina, segði Viljormur Davidsen.

 - Hann tekur hann við faktiskt, spælir upp á tvørs og so skora teir, so tað er ótrúliga keðiligt.

Tað var Vladislavs Gutkovskis, sum í nærdysti við Andrias Edmundsson hevði hondina á bóltinum, og fekk lagt hann yvirum til málskjúttan, Renars Varslavans. 

Liðskiparin á vinstra bakki tosaði við dómaran eftir málið, og eftir myndunum at døma helt hann lítið um frágreiðingina frá Duje Strukan.

 - Hann sigur, at tað er ikki fyrimunur, tá hann brúkar hondina. Hann segði, at hendingin var tilvildarlig. Eg eri ótrúliga skuffaður, at hann ikki dømur tað, tí øll síggja, at hann brúkar hondina. Tað er ein kempifyrimunur, tí annars fekk hann ikki bóltin við sær, segði Viljormur Davidsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151