Triðja vaktin skal á skrá

Triðja vaktin skal á skrá
Triðja vaktin er tað sum fer fram í tonkunum viðvíkjandi familjuni og ta hvílir einamest á kvinnuni, sigur nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndini.
30.08.2024 - 19:21

Brúk er fyri meira javnstøðu tá tað kemur til triðju vaktina - tað er eitt mál, sum nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndini, Halla Nolsøe Poulsen, ætlar at leggja dent á. 

Fyrsta vaktin er lønta starvið. Onnur vaktin er tað praktiska, sum krevst at halda hús. Triðja vaktin er alt tað sum fyllir í tonkunum í samband við familjuna - og triðja vaktin hvílir einamest á kvinnuni, sigur Halla Nolsøe Poulsen. 

Halla er komin í starvið mitt í setanini. Hon vísir á, at nógv av tí sum er á skránni hjá Javnstøðunevndini eru arbeiðir, sum longu eru í gongd. 

Eitt av hesum arbeiðum er, at royna at fáa javnstøðu á vallistarnir hjá politisku flokkunum til kommunuvalið í november.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981