Her søkkur Helena

Her søkkur Helena
60 ára gamla línuskipið skal brúkast til útbúgving hjá frítíðar- og vinnukavarum
27.08.2024 - 11:30

Seinnapartin í gjár var 60 ára gama línuskipið Helena søkt á Borðoyarvík.

Helena hevði upprunaliga navnið Nónhamar, sum varð bygdur á Skála skipamiðju til Klaksvíkar í 1964.

Helena hevur havt fleiri ymisk nøvn: Nónhamar, Fjalshamar, Hvítiklettur, Skútunes og Fuglfirðingur.

Ætlanin var at søkkja Helenu fyri nøkrum døgum síðani, men tað var útsett fyri veður. Í gjár vóru góð líkindi, og tað gekk væl hjá Ziska toga skipið av Klaksvík á Borðoyarvík.

Nú Helena stendur á havsins botni, er ætlanin at brúka skipið til útbúgving hjá frítíðar- og vinnukavarum. 

Dann Johannesen tók videomyndirnar, tá Helena var søkt í gjár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981