Festivalvaktir eiga at koma undir somu krøv sum duravørðir

Festivalvaktir eiga at koma undir somu krøv sum duravørðir
Krøv eru til duravørðir í náttarlívinum, men eingi krøv eru til vaktir á stórum tónleikatiltøkum. Forkvinnan í Loyvisnevndini heldur, at sama skipan skal galda fyri bæði
21.08.2024 - 10:00

Í summar hava vit hoyrt um fleiri harðligar tilburðir á tónleikafestivalum, sum seta spurnatekn við førleikarnar hjá vaktunum.

Serliga á Summarfestivalinum frættist um fleiri dømir um fólk, ið hava fingið harðliga viðferð frá vaktum. Í einum føri er ein vaktarmaður meldaður til løgregluna fyri harðskap.  

Í tíðindunum hava vit síðani hoyrt, at eingi krøv eru til vaktir á festivalum, men at krøv eru til duravørðir í náttarlívinum.  

sf_20ara_-26.jpg

Frítekst tagging: 

 

Reina revsiváttan

Tað er Loyvisnevndin, sum veitir skeinkiloyvi og matstovuloyvi, ið eisini veitir loyvir til duravørðir í samstarvi við politiið.

Kravið er, at folk ikki eru dømd fyri revsiverd viðurskifti, sum kunnu ávirka arbeiði sum duravørður. 

 

 

Jóanna Djurhuus, forkvinnaí Loyvisnevndini, heldur, at vaktir til onnur tiltøk, har rúsdrekka verður skonkt, kundu komið undir somu skipan sum duravørðir.  

Loyvisnevndin arbeiðir út frá kunngerð um duravørðir frá 2020. Kunngerðin hevur støði í lógini um matstovuvirksemi frá 2018. 

Loyvisnevndin hevur givið 71 loyvir til duravørðir, og níggju umsøkjarar hava fingið noktað loyvi. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981