Longri samrøðan: Randi fer ikki heim úr Algeria uttan dóttrina

Longri samrøðan: Randi fer ikki heim úr Algeria uttan dóttrina
Randi Johansdóttir hevur í meir enn eitt ár verið fangað í Algeria saman við fýra ára gomlu dóttur síni. Her er ein longri samrøðan við Randi um syndarligu støðuna
16.08.2024 - 21:48

Í vikuni hava vit bæði í Degi og viku og Útvarpstíðindunum hoyrt um syndarligu støðuna hjá Randi Johansdóttir og fýra ára gomlu dóttur hennara. 

Tað, ið byrjaði sum ein hugnalig familjuferð at vitja familjuna hjá pápanum at dóttrini í Algeria, endaði sum ein marra fyri Randi Johansdóttir Abbes og dóttrina.

Brádliga vildi pápin at dóttrini, Ali, ikki loyva dóttrini heim aftur til Føroya við mammu síni. Randi kundi gott fara heim aftur til Sumbiar, men dóttirin skuldi ikki við. Fyri at vísa, at hann meinti tað í álvara, skræddi pápin passið hjá dóttrini sundur.  

Tað mesta av einum ári búðu Randi og dóttirin inni hjá pápanum at dóttrini. Men miðskeiðis í maimánaði eydnaðist tað Randi og dóttrini at flýggja úr heiminum hjá pápanum.

Síðani hava tær goymt seg ymsastaðni í Algeria.   

Her sæst ein long útgáva av samrøðuni, ið varð gjørd við Randi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835