Skaðar og studentar órógva U20-landsliðið

Skaðar og studentar órógva U20-landsliðið
Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl er stjørnurnar á føroyska U20-landsliðnum, sum í løtuni leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-endaspælið. Men skaðar og royndir darva
02.07.2024 - 18:00

Skaðar og studentahúgvur hava órógvað EM-fyrireikingarnar hjá U20-landsliðnum.

Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl eru stóru nøvnini hjá U20-monnunum, sum skulu spæla um evropameistaraheitið í Slovenia í næstum, men sambært venjaranum kundu fyrireikingarnar gingið betur.

 - Vit hava havt nakrar skaðar, so vit hava ikki havt fullan hóp til venjing, og so hava tað verið húgvurnar. Teir hava gingið til roynd nú og hava mist nakrar venjingar, segði Hjalti Mohr Jacobsen.

Nú bert ein vika er til fyrsta dystin, vónar hann kortini, at støðan fer at batna. 

 - Nú fara vit inn í ta síðstu vikuna, áðrenn vit skulu avstað, og nú vóni eg, at vit kunnu venja við fullari ferð og manning herfrá, segði Hjalti Mohr Jacobsen.

 

Krútsterk móstøðulið

Føroyska liðið skal spæla væl, um tað skal eydnast at spæla seg víðari í bólkaspælinum. Mótstøðuliðini eru nevniliga Sveis, Frakland og Spania, har serliga spaniólar eru krútsterkir.

 - Spania hevur ikki tapt ein dyst. Teir hava vunnið bæði EM og HM, og hava vunnið mestsum allar venjingardystirnar eisini. Eg haldi, at teir spældi ein javnleik ímóti Danmark, greiðir Hjalti Mohr Jacobsen frá.

 - Frakland er eisini eitt ótrúliga dugnaligt lið, leggur málverjin Torstein Sivertsen afturat.

 - Men vit vunnu ímóti Fraklandi fyri tveimum árum síðan, so vit vita, at alt er møguligt, sigur hann.

Fyrsti dysturin í bólkaspælinum er ímóti Sveis 10. juli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035