Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag: "Hetta var stríðið vert"

Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag: "Hetta var stríðið vert"
"Hetta er nakað, ið vit kunnu liva við," staðfestir Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag, tá semja loksins var funnin, og nýggjur sáttmáli var undirskrivaður
09.06.2024 - 22:58

"Vit hava skrivað undir, so fólk kunnu gott fara til arbeiðs beint nú," segði ein væl nøgdur Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag, eftir at nýggi sáttmálin var undirskrivaður.

"Lønin hækkar umleið 8,5 krónur um árið í ár, og 8,5 næsta ár, men har kemur nógv annað omaná. So alt íroknað, so er hækkingin 13 prosent."

Georg F. Hansen heldur, at nýggi sáttmálin var alt stríðið vert. 

"Ja, hetta var tað vert. Eg vil takka øllum, ið hava bakkað okkum upp, serliga okkara limum. Tað vil eg takka øllum so hjartaliga fyri."

Spurdur, hvat verkfallið hevur kostað arbeiðarafeløgunum, so er svarið stutt og greitt: 

"Tað havi eg ikki ánilsi fyri."

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017