- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gróðurin sær rættiliga lovandi út
- Gróðurin er byrjaður rættiliga tíðliga í ár, og tað minnir nógv um ár 2000, sum gjørdist eitt sera gott ár, og tað sást aftur í fiskastovninum tey næstu árini.
Tað sigur Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovani.
Gróðurin hevur stóran týdning fyri fiskastovnin og fuglastovnin, og tí verður fylgt væl við, nær hann byrjar.
Hvørja viku taka tey frá Havstovuni royndir av føroyska sjónum fyri at vita, hvussu gróðurin er.
Á Havstovuni verður sjógvurin filtreraður og kannað verður, um nógvur gróður er í.
Gróðurin er longu komin upp um 1 og tað er rættiliga gott so tíðliga á árinum.
Men sjálvt um tað sær lovandi út, kunnu broytingar henda.
- 2018 byrjaði eisini sera væl, og tað sá lovandi út, men so steðgaði vøksturin, og tað gjørdist ikki eitt gott ár. Vit mugu bíða umleið ein mánað, áðrenn vit kunnu siga, hvussu gróðurin verður í ár. Nógv kann broytast enn, sigur Sólvá Jacobsen.