IIGA-formaðurin: Oyggjaleikaframtíðin er bjørt

IIGA-formaðurin: Oyggjaleikaframtíðin er bjørt
Høvuðsstuðulin stakk í sekkin, Ynys Môn tók sítt 2027-vertsboð aftur og Guernsey væntar stórar broytingar. Kortini er Oyggjaleikaframtíðin bjørt, heldur IIGA-formaðurin
23.04.2024 - 10:00

Høvuðsstuðulin síðstu 24 árini, enski bankin Natwest, hevur takkað fyri seg, Ynys Môn tók sítt 2027-vertsboð aftur og formaðurin í oyggjaleikanevndini í Guernsey væntar stórar broytingar næstu 10 árini.

Kortini er eingin orsøk at óttast fyri framtíðini hjá næstan 40 ára gomlu Oyggjaleikunum. Tað sigur í hvussu er formaðurin í altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA.

 - Vit hava fleiri áhugaðar vertsoyggjar, og tað er í roynd og veru tað, sum hevur týdning, sigur Jörgen Pettersson.

Hann nevnir Orknoyggjar og Føroyar, sum taka sær av komandi tveimum leikunum. Síðan er Isle of Man fremst í røðini til leikirnar í 2029, Gotland bjóðar seg fram til 2031, Menorca er áhuga í vertslutinum í 2033 og Jersey hevur eyga á 2035.

 

Svørt tøl á botnlinjuni

Tað krevur nógv at hava Oyggjaleikirnar. Fleiri túsund ítróttafólk umframt venjarar, liðleiðarar og áskoðarar skulu hava góðar umstøður at íðka og búgva. Tá Ynys Môn tók sítt vertsboð aftur, var hetta í stóran mun, tí oyggin kortini ikki hevði ráð.  

Føroyar hava sera góðar umstøður á mestsum øllum økjum, men aðrar oyggjar hava gjørt stórar íløgur undan leikunum. Jörgen Pettersson sigur, at stórt sæð allir vertirnir hava havt svørt tøl á niðastu linju og leggur dent á týdningin av at gera íløgur í ítrótt.

 

Ja, ja, ja og aftur ja

Eftir Oyggjaleikirnar á Guernsey í 2023 var fyrrverandi flogbóltsspælarin, Jon Marley, valdur til nýggjan formann í oyggjaleikanevndini hjá Guernsey. 

Hann hevur sagt, at framtíðin hjá oyggjaleikunum er óviss. Hann sær fyri sær, at oyggjar mugu samstarva um vertsskapin, ella at leikirnir skulu haldast í evropeiskum stórbýum sum Manchester, Madrid ella Keypmannahavn.

Lítil ivi er um, at Jörgen Pettersson er ósamdur. Sjálv kjarnin í oyggjaleikahugskotinum er, at kappast verður á oyggjunum.

 - Ja, ja, ja og aftur ja, sigur IIGA-formaðurin, sum heldur lítið um uppskotið úr Guernsey.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982