Tómur familjudepil

Tómur familjudepil
Í tvey ár hevur Familjudepilin hjá Almannaverkinum staðið tómur, hóast fýra milliónir eru játtaðar um árið til endamálið
15.02.2024 - 19:26

Einki tilboð er í dag til familjur, sum standa í eini truplari støðu og hava tørv á at fáa hjálp at megna familjulívið.

Familjudepilin hjá Almannaverkinum var settur á stovn í 2021. Virksemi steðgaði upp longu eitt ár seinni.

Tað vísti seg, at í 120 dagar í 2021 var ongin familja innskrivað á Familjudepilin.

Tað vísti seg eisini, at fleiri av starvsfólkunum fóru úr starvi, vísir Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum á. 

Endamálið við familjudeplinum er at hjálpa og stuðla familjum, sum hava serligan tørv á umsorgan og viðgerð vegna sosialar atferðar- ella tillagingartrupulleikar. 

 

Fýra milliónir um árið

Í 2022 og 2023 eru tilsamans átta milliónir játtaðar til Familjudepilin uttan at eitt tilboð hevur verið til familjurnar. 

Í 2024 eru tríggjar milliónir krónur settir av til Familjudepilin.

Kommunufelagið skrivaði í desember í fjør til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, og til Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum, um at fáa skipa Familjudepilin av nýggjum.

Í skrivinum vísir Kommunufelagið á, at um eingin Familjudepil er, verða fleiri børn enn neyðugt umsorganaryvirtikin, uttan at foreldrini  fáa tann neyðuga kjansin at vísa, at tey eru før fyri at at menna sínar foreldraførleikar.

Kommunufelagið vísir eisini á, at kommunualu myndugleikarnir kundu tikið sær av uppgávuni, um Almannaverkið ikki vil taka sær av tí. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Týsdag 11. mars
Morgunlestur týsdagur 11. mars 2025
188898
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792