Hondbóltslandsliðið eftir Ísland: Hetta gevur okkum góðar vónir

bannari
Hondbóltslandsliðið eftir Ísland: Hetta gevur okkum góðar vónir
Venjari og spælarar á føroyska hondbótslandsliðnum vóru væl nøgdir eftir seinna dystin ímóti Íslandi, sum endaði við teprum tapi. - Vit spæla ein frálíkan dyst í dag
06.11.2023 - 20:20

Teir 2500 áskoðararnir í Laugardalshøllini leygardagin vóru vitni til føroyska uppreisn og vónbrot í senn.

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og hinir á føroyska hondbóltslandsliðnum bjóðaðu veruliga av ímóti íslendsku stjørnunum, sum dagin fyri høvdu vunnið við 15 málum.

Fleiri ferðir vóru Føroyar á odda, og fleiri ferðir vístu teir í bláum stórspæl. Tí kendist tepra 30-29 tapið sum vónbrot beint eftir dystin, men samstundis gevur dysturin áræði og dirvi, nú EM-endaspælið í Týsklandi nærkast av álvara.

 - Vit hava allar kjansir til at vinna hendan dystin, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skipaði føroyska álopsspælið.

 - Tað sum avgerð, er at teirra málverji bjargar so at siga øllum seinastu fimm minuttirnar. Um vit seta tey skotini inn, vinna vit hendan dystin. Vit koma til øgiliga stórar kjansir ímóti endanum, betri enn teir. Tíverri brenna vit tey skotini, tað er tað, sum hendir, men vit vísa, at vit kunnu spæla ímóti teimum heilt stóru, segði føroyski spælskiparin.

Eisini Hákun West av Teigum, sum skeyt heili níggju mál av høgra veingi, var væl nøgdur við útlitini, eftir dystirnar í Reykjavík.

 - Um vit hyggja at liðnum, sum vit spæla ímóti í dag, vil eg næstan siga, at tað er betri enn Slovenia og Pólland, so hetta gevur okkum sjálvandi góðar vónir, segði Bundesliga-vongurin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109