- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðvíst arbeiði hevur givið úrslit
Ongantíð fyrr hevur oyggjaleikahópurin í frælsum ítrótti verið so stórur.
Heili 23 íðkarar umboðandi 15 greinar skulu við flogfarinum til Guernsey í juli, og vónirnar til teirra eru góðar.
Hetta er úrslit av miðvísum og góðum arbeiði í føroysku feløgunum í nógv ár, sigur forkvinnan í Frælsum ítrótti Føroya.
- Hetta er áralangt og miðvíst arbeiði, sum er gjørt. Vit hava kapasitetar sum venjarar úti í feløgunum, sum hevur gjørt, at tað ber til at halda ungum og børnum til, sigur Rigmor N. Arge.
Íðkarar á høgum stigi
Hjá fleiri av føroysku íðkarunum eru Oyggjaleikirnir ikki longur evsta málið. Tey sikta nú eftir bæði EM, HM og OL, men tá kappast tey undir donskum flaggi.
Oyggjaleikirnir eru tí framvegis í serstøðu, og hugurin hjá føroysku íðkarunum at kappast fyri Føroyar er góður. Vónirnar eru eisini betri, enn tær onkuntíð hava verið.
- Vit satsa upp á og vóna tey allarbestu úrslitini, og tað ivist eg ikki í, at vit fáa, tí vit hava so høgt stig nú, sigur FÍF-forkvinnan.
Er tað hægri enn fyrr?
- Eg haldi tað. Vit síggja til dømis, at Jónas (Gunnleivsson Isaksen, red.) hevur runnið skjótari á 400 metrum enn skjótasta tíðin á Gibraltar. Maria Biskopstø venur í USA. Hon rann rimarenning um vikuskiftið og setti føroyskt met við eini tíð, sum er betri enn vinnaratíðin á Gibraltar, sigur Rigmor N. Arge.
- Samstundis er tað (OyL á Gibralter, red.) fýra ár síðan, og vit kenna ikki hinar íðkararnar og vita ikki, hvørjum stigið teir eru á.
Rigmor Napoleonsdóttir Arge vitjaði í sjónvarpsstovuni mánakvøldið.