Peter Bredsdorff-Larsen: "Livdu upp til favorittleiklutin"

Peter Bredsdorff-Larsen: "Livdu upp til favorittleiklutin"
Venjarin hjá Føroyum fegnaðist um, at hansara menn megnaðu at takkla trýstið og liva upp til favorittleiklutin. - Tað er munandi lættari at vera underdog, segði hann
26.04.2023 - 22:35

Venjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Peter Bredsdorff-Larsen, rakti rætt við tí mesta, tá Føroyar í kvøld vunnu 33-26 á Ukraina.

Dreymurin um EM-endaspælið livir tí sítt góða lív, men ikki fyrrenn allir dystirnir eru spældir sunnukvøldið, ber til at gera endaliga roknistykkið upp.

 - Eg eri væl nøgdur við, at vit enn eina ferð levera eitt frálíkt avrik her í Havn. Vit vóru undir stórum trýsti, tí Føroyar vóru favorittar, men vit spældu væl undir fyritreytunum. Tað er nakað heilt annað at vera "underdog", segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Sí samrøðu við landsliðvenjarin omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV