Helgi Hoydal: Droymir um eufori á Hálsi

Helgi Hoydal: Droymir um eufori á Hálsi
Strikuspælarin vónar at skriva ítróttarsøgu og spæla eitt føroyskt A-landslið í eitt endaspæl, meðan Elias á Skipagøtu heldur, at hetta er størsti dysturin hjá sær higartil
26.04.2023 - 13:20

Tey stóru orðini verða leitað fram, undan avgerandi undankappingardystinum ímóti Ukraina mikukvøldið.

Royndi strikuspælarin, Helgi Hildarson Hoydal, vónar, at føroyska hondbóltslandsliðið hevur spælt seg nærri einum søguligum endaspælið, tá dysturin er lokin.

 - Eg fantaseri um eitt euforiskt huglag, tá dysturin er liðugur, men eg fantaseri eisini um, at tað er ein tjóð, sum stendur saman um eitt lið, sigur hann.

Elias á Skipagøtu hevur - hóast lutfalsliga ungur - roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur spælt U-endaspøl, evropeiskan hondbólt og um meistaraheiti í svenska felagið sínum, IK Sävehof.

Kortini metir hann dystin ímóti Ukraina at vera sín størsta higartil.

 - Ja, tað kanst tú gott siga. Drívmegin hjá okkum øllum er at spæla fyri landsliðið, og hetta er helst størsti møguleikin Føroyar nakrantíð hevur havt, sigur føroyska hondbóltsstjørnan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109