Hondbóltur: Bredsdorff-Larsen til 2026

bannari
Hondbóltur: Bredsdorff-Larsen til 2026
Peter Bredsdorff-Larsen verður venjari hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti til 2026. Tað boðaði Hondbóltssambandið frá seinnapartin
06.03.2023 - 18:18

Peter Bredsdorff-Larsen verður á brúnni hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti til 2026. 

Tað boðaði Hondbóltssambandið frá seinnpartin.

 - Uppgávan í Føroyum hevur livað upp til vónirnar, staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen, sum kom til Føroya fyri tveimum árum síðan úr Bjerringbo-Silkeborg, har hann vann meistaraheitið í 2016.

Tá danin hevði hug at halda fram, var avgerðin løtt at taka hjá HSF.

 - Vit hava verið sera væl nøgd við Peter og venjarahóp hansara síðstu árini, sigur Mark Lausen-Marker, ítróttastjóri í Hondbóltssambandinum.

 - Vit síggja eina ítróttaliga menning á A-landsliðnum, men vit fáa eisini íkast frá, og tað er neyðugt, tá vit leita eftir teimum síðstu prosentunum, sum gera, at vit kunnu standa okkum ímóti teimum, sum vit vilja standa okkum ímóti, sigur ítróttastjórin.

Eisini spælararnir fegnast um avgerðina, tí hon tryggjar, at stigið, sum síðstu árini bara er hækkað, kann verða enn hægri.

 - Eitt tíðarskeið sá út til, at vit høvdu brúk fyri nýggjum íblástri, har nakrir spælarar, yvirhálaðu tað, sum HSF var klárt til tá. Hetta (at sáttmálin verður longdur, red.) ger, at stigið heldur fram við at hækka, sigur Helgi Hildarson Hoydal, landsliðsspælari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109