07 Vestur: vunnu, hóast tey taptu

07 Vestur: vunnu, hóast tey taptu
Seinna hálvfinalan ímóti KÍ var størsti dysturin í søguni hjá 07 Vestur, og tað sást! Allan dagin høvdu fjepparar hitað upp, og við Djúpmýrar litaðu teir alt hvítt og svart
06.10.2022 - 16:52

Tað var størsti einstaki dystur í søgu felagsins.

Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ímóti KÍ við Djúpumýrar var á skránni í gjárkvøldið. 

Viðhaldsfólkið hjá 07 Vestur gjørdu nógv burturúr. Fyrrapart vitjaðu spælarar í skúlunum í Sørvági og á Giljanesi, og seinnapartin varð hitað upp væl og virðiliga í húsinum á Dungasandi, áðrenn fleiri hundrað fólk fóru við bussum til Klaksvíkar.

Komin norður marsjeraðu tey hvítu og svørtu til leikvøllin, har tey av álvara settu lit á, hóast KÍ var einaráðandi í sjálvum dystinum og - sum væntað - tryggjaði sær annað plássið í steypafinaluni. 



Sí videoreportasju omanfyri
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008