REYP: Týskland og Føroyar í sjónvarpinum klokkan 16.45

REYP: Týskland og Føroyar í sjónvarpinum klokkan 16.45
Manslandsliðið í hondbólti skal í dag og leygardagin spæla tveir av størstu dystunum nakrantíð í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið liðið skal spæla playoff-dystir móti Týsklandi
13.04.2022 - 15:20

Eitt pláss í HM-endaspælinum er upp á spæl, tá ið manslandsliðini í hondbólti hjá Týsklandi og Føroyum í dag bresta saman í Kiel. 

Seinni playoff-dysturin verður spældur í høllini á Hálsi leygarkvøldið klokkan 19. 

Føroyar skuldu upprunaliga spæla playoff-dystir móti Ukraina fyri at vinna sær rættin til at møta Týsklandi.

Men teir dystirnir blivu avlýstir, tá ið Russland brádliga leyp á Ukraina. 

 

Beinleiðis í sjónvarpinum

Báðir playoff-dystirnar millum Føroyar og Týskland verða vístir beinleiðis í sjónvarpinum.

Í dag verður byrjað við upptakt klokkan 16.45, og sjálvur dysturin byrjar klokkan 17.15. 

Leygarkvøldið byrjar dysturin í høllini á Hálsi klokkan 19, men upptaktin í sjónvarpinum byrjar klokkan 18.30.   

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV