TAKS: Samherja milliónirnar endaðar í Íslandi

TAKS: Samherja milliónirnar endaðar í Íslandi
Bróðurparturin av teimum 17 milliónunum, sum Samherji flutti til Taks í fjør, eru farnar til Íslands. Málið varð meldað til løgregluna í mai 2021.
31.03.2022 - 19:38

- Felagið Tindhólmur var nýtt til at rinda lønir til fiskimenn í Namibia, sum vóru teir til arbeiðis á fraktskipum hjá Samherja. Hetta var ein ólóglig skipan. Soleiðis segði varskógvarin og fyrrverandi stjórin fyri namibiska virkseminum hjá Samherja, Jóhannes Stefansson, í dokumentari hjá Kringvarpinum í fjør - Teir Ómettiligu. 

 

Stutt eftir hetta rindaði Samherji 17 milliónir krónur til Taks, og Taks gjørdi skjótt av, og meldaði málið til løgregluna. Síðani er einki hent hjá løgregluni. Michael Boolsen, fúti segði upprunaliga, at málið skuldi latast serligu deildini hjá donsku løgregluni, sum fæst við altjóða og fíggjarligan kriminalitet. Síðani er tann deildin niðurløgd, og ein onnur komin í staðin. Men fyri at hendan nýggja deildin skal yvirtaka málið, krevst ein lógarbroyting í Føroyum. Hon er enn ikki komin, men fútin væntar hana í hesari tingsetuni, og tá verður málið um Tindhólm og Samherja loksins kannað av løgregluni. 

Men Taks hevur fingið ein part av pengunum úr hondunum aftur - eftir at stjórin, Eyðun Mørkøre, í fjør ikki reiðiliga visti, hvussu skattavaldið skuldi handfara innkomnu milliónirnar, sum landskassin einki eigur í. 

- Av teimum 16.9 milliónunum, ið vóru goldnar til Taks í mai 2021, eru 13.1 milliónir krónur fluttar eftir umbøn frá íslendska skattavaldinum, fluttar til Íslands tí persónarnir, ið hetta viðvíkur, eru skattskyldigir í Íslandi. Hetta er gjørt sambært sáttmálanum millum tey norðurlendsku londini um hjálp í skattamálum, skrivar Taks til Kringvarpið. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109