Schjønberg í 07 Vestur: farin undir risauppgávu

Schjønberg í 07 Vestur: farin undir risauppgávu
Hann hevur vunnið týsku Bundesliguna og spælt 44 dystir fyri Danmark. Nú er Michael Schjønberg venjari hjá 07 Vestur, og skal verða við til at lyfta felagið upp á hægri stig
07.03.2022 - 20:39

Í 1998 vann Michael Schjønberg týska meistaraheitið við Kaiserslautern, og danin hevur eisini spælt 44 landsdystir í reyðum og hvítum.

Nú er hann - umvegis fleiri feløg og starvsheiti - vorðin venjari hjá 07 Vestur í Betri-deildini. 

 - Mær dámar væl avbjóðingar, og ætlaninar hjá felagnum ljóðaðu spennandi, sigur navnframi danski venjarin, sum fegin vil vera í Vágum í minst tvey ár.

Skulu byggja upp

Málið hjá besta liðnum í ár er at varðveita plássið í bestu deildini.

 - Síðan vilja vit byggja upp á tað. Vit vilja fegin menna føroyskar spælarar, og ætlanin er, at liðið í høvuðsheitum er mannað við egnum tilfeingi. Tað er ein risauppgáva, men hon er ikki ógjørlig, greiðir Michael Schjønberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008