Hoyring um integratión

Hoyring um integratión
Skipað varð fyri borgarafundi um integratión í dag
24.01.2022 - 19:46

Lógaruppskotið til eina føroyska integratiónslóg hevur ligið til almenna hoyring síðani á nýggjárinum.

Endamálið við lógini er, sum tað stendur í viðmerkingunum, at fremja integratión í Føroyum. 

Tilflytarar skulu fáa góðan møguleika at trívast, luttaka á jøvnum føti við aðrar borgarar - og geva sítt íkast til samfelagið.

Sambært lógaruppskotinum skulu tilflytarar skilja, at málkunnleiki og innlit í føroyska samfelagið er eitt krav fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Eisini skal gerast ein integratiónsætlan - ein persónlig ætlan við ítøkiligum málum fyri einstaka tilflytaran - sum tilflytarin hevur skyldu til at virka eftir.

Bjørk Berg Wiggins, stigtakari, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109