Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
FYRIMYNDIN 2021: letur ikki brekið steðga sær
FYRIMYNDIN 2021: letur ikki brekið steðga sær
20 ára gamli hvalbingurin, Brynjar Poulsen, er høvuðsvenjari í Royn, og nýtir nógva tíð til at venja liðini í felagnum. Tað ger hann, hóast hann er føddur við breki
24.01.2022 - 10:56
20 ára gamli hvalbingurin, Brynjar Poulsen, "dyrkar" fótbólt.
Líka síðan hann var smábarn, hevur hann havt tokka til bóltin, sum hann hevur sparkað í Royn-høllini, á grasvøllinum í Hvalba og aðrastaðni.
Men tá hann skuldi upp í vaksnamannadeildirnar, avgjørdi hann at gevast.
- Eg spældi við teimum vaksnu í eitt ár, men fann so útav, at eg hevði ikki førleikarnar til at gerast ein fótbóltsspælari til fulnar, sigur Brynjar Poulsen.
Brynjar Poulsen er føddur við breki, sum ger, at hann er partvíst lamin í høgru lið, men hóast hann ikki ætlaði at spæla longur, vildi hann ikki sleppa bóltinum.
- Eg tók heldur ein annan møguleika, tí eg elski fótbólt, eg havi altíð dyrkað fótbólt. So eg hugsaði, at eg kundi verða venjari, greiðir venjarin frá.
Fegnast um ágrýtna venjaran
Ungi hvalbingurin skrivaði undir ein tvey ára sáttmála við Royn, og tey eru fleiri, sum eru glað fyri, at hann valdi at fara undir venjaragerningin.
- Hann er ein fyrimynd fyri børnini, tí hann spælir jú við teimum eldru, og tey hava sæð hann, so tað hevur nógv at siga, sigur Eir Jógvansdóttir Norðberg, sum eigur børn, sum sparka við Royn.
- Teimum dámar væl at vera saman við honum, og hann dugir væl við teimum. Altíð er hann smílandi, og síðan hann varð knýttur at felagnum meir og meir, eru fleiri og fleiri børn komin til, sigur Eyðstein Jacobsen úr Royn.
Umframt arbeiðið, sum ungi venjarin leggur í Royn, venur hann eisini barnagarðsbørn á dagstovninum, Brosið.
- Og tað síggja vit eisini við tað, at barnagarðsbørn og starvsfólk koma úr Brosinum og í høllina at hava tað stuttligt við spæli og bólti, greiðir Eyðstein Jacobsen.
- Tað sæst aftur seinni, tá tað er nátúrligt fyri tey at vera saman sosialt og vera aktiv í onkrum.
Hevur stórar ætlanir
Í løtuni tekur Brynjar Poulsen B-venjaraprógvið hjá Fótbóltssambandi Føroya, har hann manglar síðsta skeiðið av fýra.
Hesum fáa hvalbingar ágóðan av í løtuni, men fyrr ella seinni mugu onnur taka táttin upp, tí Brynjar Poulsen hevur stórar dreymar, sum røkka útum veggirnar í Royn-høllini.
- Eg ætli mær at taka øll skeið, sum eru at fáa í Føroyum fyrst. Síðan ætli eg mær til Onglands á ein yrkisskúla, og so ætli eg at halda fram við FIFA-licens og pro-licens, sigur Brynjar Poulsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV