KOKS flytur úr Føroyum

KOKS flytur úr Føroyum
KOKS stingur nú í sekkin, tí tolið hjá stjóranum er uppi. Matstovan flytur úr Føroyum til Ilimanaq í Grønlandi.
30.12.2021 - 18:14

Stutt fyri jól tók Jóhannes Jensen eina stóra avgerð.

Matstovan KOKS letur aftur í Føroyum og flytur til Ilimanaq í Grønlandi.

Fyri skjótt tveimum árum síðan, í januar 2020, søkti hann um at byggja nýggja matstovu við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal.

Men hann hevur framvegis ikki fingið svar.

- Vit vita ikki, hvussu leingi vit skulu bíða, og vit vita ikki, hvat úrslitið verður, sigur hann.

Og tá hann ikki fær svar, eitt ja ella eitt nei, so veit hann ikki, hvat hann skal fyrihalda seg til.

Bíða nú eftir landsmyndugleikunum

Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu upplýsir, at arbeiðið við at viðgera byggisamtyktirnar er liðugt og broytingarnar eru játtaðar.

Nú er tær sendar landsmyndugleikunum til góðkenningar.

Tey vildu annars ikki gera samrøðu um málið.

Johannes Jensen sigur, at sleppur KOKS at byggja við Fossdalsgjógv, verður farið undir arbeiðið, sum tekur umleið 18 mánaðir.

KOKS fer tískil undir øllum umstøðum at hava høvuðsstøð í Grønlandi í 2022 og 2023.

Um KOKS ikki sleppur at byggja við Fossdalsgjógv, er ivasamt, um matstovan flytur aftur til Føroya.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982