- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arvaðu restirnar av einum dreymi
Arvaðu restirnar av einum dreymi
Ber tað til at arva ein dreym? Tað gjørdu arvingarnir eftir Poul Hansen. Nú vita teir ikki, hvat teir skulu gera við dreymin
27.04.2021 - 20:30
Poul Hansen, sáli, hevði fleiri dreymar. Men allir dreymarnir náddu ikki at blíva førdir heilt út í lívið, áðrenn hann legði árarnar inn.
Hvat gert tú so, tá tú arvar dreymarnar hjá einum øðrum. Ta tvístøðuna eru Dávur Restorff Hansen og hinir arvingarnir hjá Poul Hansen, sála, komnir í.
Teir hava nevniliga arvað dreymin um ein víkingagarð, sum partvís liggur goymdur í einari bingju í Norðradali - ein dreymur, ið teir ikki hava orku at gjøgnumføra.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV