- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjarur fjarhiti á Argjum
Fjarur fjarhiti á Argjum
Oljufýr hitar framvegis nýggju húsini við Klingurstjørn á Argjum, hóast tey øll skuldu knýtast í fjarhitaskipanina
23.04.2021 - 19:43
Grannarnir Hallur Djurhuus og Terji Rosenmejer Mikkelsen, sum báðir eru nevndarlimir í Eigarafelagnum Klingurstjørn á Argjum, eru farnir at ótolnast eftir grøna fjarhitanum, teimum varð lovað.
Fyri tveimum árum síðani fluttu teir inn í hvør síni nýggju sethús, og tá varð tað eitt krav at knýta húsini í kommunalu fjarhitaskipanina. Men framvegis er tað ein stór oljufýring, sum hitar alt grannalagið.
Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, var gestur í sjónvarpsstovuni. Hann lovar fjarhita á Argjum í 2023, ella í seinasta lagi í 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV