- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin rópar varskó: Almannaøkið má endurskoðast
Góðskan í almennum tænastum er ikki eins góð og í Danmark.
Men hon kostar tað sama.
Samstundis er greitt, at tørvur verður á fleiri útbúnum starvsfólki á sosiala økinum.
Tað fær stjóran í Almannaverkinum, Edvard Heen at rópa varskó.
Hann heldur, at økið má endurskoðast.
Almennu tænasturnar mugu endurskoðast
Súsanna Olsen, sum undirvísir í vælferðarskipanum á Fróðskaparsetrinum hevur eisini sæð, at gongdin á sosiala økinum gongur skeiva vegin.
- Vit brúka lutfalsliga nógvar pengar uppá vælferð, men hvussu væl vit brúka teir, er spurningurin, sigur Súsanna Olsen, sum heldur at almennu tænasturnar í Føroyum mugu endurskoðast, og at neyðugt verður at útbúgva fleiri fólk.
Búskaparráðið rópar eisini varskó
Eisini Búskaparráðið sær avbjóðingar á sosiala økinum.
- Hetta er ein kolo-enormur trupulleiki. Vit mugu tíanverri gera nakrar tillagingar. Vit fáa størri avbjóðingar skjótt, og tí má alt økið eftirkannast, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum.