- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur tørvur á sálarhjálp
Stórur tørvur á sálarhjálp
Sinnisbati fegnast um, at tilboðið um ókeypis sálafrøðihjálp til ung loksins verður sett í verk
30.03.2021 - 19:54
Hjá Sinnisbata uppliva tey, at nógv ung fólk venda sær til teirra við sálarligum trupulleikum. Tí fegnast tey um, at almenna tilboðið um ókeypis sálarfrøðing til ung millum 15 og 35 ár nú fer at virka.
-Tørvurin er stórur, og tilboðið fer at virka fyribyrgjandi, sigur Oda Jóhansdóttir, nevndarlimur og ráðgevi hjá Sinnisbata.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV