Verjin: Ein sorgarsøga burturav

Verjin: Ein sorgarsøga burturav
Ákæruvaldið umhugsar at kæra dómin, har 42 ára gamli Kim Anders Olai Nielsen fekk trý ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd.
30.03.2021 - 19:49

Føroya rættur dømdi fyrrapartin Kim Anders Olai Nielsen trý ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd móti trimum dreingjum í hálvt triðja ár frá 2017 til desember 2019.

Kim Anders Olai Nielsen varð av Føroya rætti dømdur at rinda 65.000 kr í endurgjaldi til offrini. Dómsvaldið gjørdi eisini av, at hann ikki má hava ung undir undir 18 ár í íbúð síni, hann má ikki vitja fólk, sum hava børn búgvandi og hann má heldur ikki seta seg í samband við børn undir 18 ár á internetinum, tá ið hann er liðugur sita dómin. 

-Hetta er ein sorgarleikur, sigur verjin hjá dømda, Jógvan Páll Lassen.

Ákæruvalið umhugsar at kæra dómin, sigur Bjørk Maria Kunoy, ákærufulltrúi.

 

Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur, og Gvøðbjørg West, leiðari í Kris, vitjaðu í sjónvarpsstovuni. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155