- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar grundgevingar fyri ikki at veiða grágæs
Magni Blástein, ið er íðin veiðimaður, kennir seg ikki aftur í kjakinum um, hvørt tað skal vera loyvi at skjóta grágás í Føroyum. Hann vísir á, at grágásin verður skotin av veiðimonnum í øllum okkara grannalondum.
Grágásin er ein flytifuglur. Tær gæsnar sum koma her, ferðast millum Ongland og Ísland. Tað, sum er umráðandi fyri Magna Blástein, er, at grágásin er als ikki hótt: Tað er ríkiligt til av fugli.
Magni Blástein hevur verið í eitt nú Svøríki og veitt. Men her kann byrsan ikki brúkast til tað, sum hon er gjørd til, at skjóta. Tað halda summi er gott, onnur halda tað er ringt.
Uppskotið, sum avmarkar møguleikan at skjóta grágás, kemur fyri løgtingið mánadagin. Magni Blástein vónar, at hansara sjónarmið verður hoyrt.