- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra EM-tíðir til Signhild Joensen
Signhild Joensen svam fýra tíðir, sum standa krøvini hjá svimjisambandinum til EM, sum verður í Budapest í mai.
Tað gjørdi ryggsvimjarin á OL-úttøkustevnu í Vejle um vikuskiftið. Hon svam 50 og 100 metur rygg. Hon skuldi eftir ætlan eisini svimja 200 metur rygg, men mátti geva avboð vegna roynd.
- Nú er tað so langt síðan, at vit hava verið í kapping, og eg svam nær við mínar bestu tíðir, so tað hevur verið eitt gott vikuskifti fyri meg, sigur Signhild Joensen.
Tvær kvinnur og tveir menn skulu eftir ætlan umboða Føroyar til EM í Budapest, og fyri Signhild snýr tað seg um at svimja so góðar tíðir, sum gjørligt, fyri at tryggja sær, at hon verður ein teirra.
- Tað er ringt at siga, hvussu vís eg eri í, at sleppa við, tí tú fært ikki stýrt, hvat onnur svimja, men eg ætli mær at gera alt fyri, at mínar tíðir eru so góðar, sum gjørligt, sigur fyrrverandi Ægir-svimjarin.