EM-undankapping í hondbólti: Nú verður tað

EM-undankapping í hondbólti: Nú verður tað
Føroyar skulu spæla tríggjar dystir upp á fimm dagar, og tað hevur ávísar avbjóðingar við sær. Hóast hetta eru vónirnar góðar, sigur hjálparvenjarin
08.03.2021 - 13:14

Nú byrjar EM-undankappingin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum. 

Upp á fimm dagar skulu Føroyar spæla tríggjar dystir. Byrjað verður á útivølli ímóti Ukreina mikudagin, fríggjadagin verður dystur ímóti Kekkia í Kekkia og sunnudagin vitjar Ukreina í Føroyum.

 - Tað setir serlig krøv til bæði spælarar og venjarar, tí tað er nokkso óvanligt, at tú spælir mikudag, fríggjadag og so aftur sunnudag, sigur hjálparvenjarin hjá Føroyum, Dia Midjord.

 - Tað verður hart, men eisini spennandi, og spælararnir venja júst fyri at sleppa at spæla hesar stóru dystirnar.

Koronustøðan órógvar

Koronustøðan hevur stórar avbjóðingar við sær. Royndir verða tiknar av spælarum og venjarum dagliga, og hesir skulu búgva fyri seg sjálvar á túrinum.

 - Vit búgva á hotelli og sleppa ikki út at ganga í teimum londunum, har vit spæla, sigur Dia Midjord.

Vónirnar eru góðar

Umstøðurnar eru serligar, men vónirnar til sjálvar dystirnar eru góðar.

 - Kekkia, sum endaði á sætta plássi til EM í 2018, er helst tað sterkasta liðið í bólkinum og ein stórur biti at gloypa, og Ukreina er eisini ein sterk hondbóltstjóð, sigur Dia Midjord.

Føroyar spældi ímóti Ukreina í Danmark í 2019, og í einum jøvnum dysti í Royal Arena í Keypmannahavn endaði tað við teprum tapi.

 - Hópurin verður helst nokkso moyrur sunnudagin. Tá hava vit spælt tveir dystir og ferðast nógv, men vit fara í øllum førum at gera alt fyri at fáa eitt gott úrslit á heimavølli, sigur hjálparvenjarin.

 - Tað eru ofta smálutir, sum avgera, og raka vit dagin í onkrum av hesum trimum dystunum, so kunnu vit gott gera livið súrt hjá onkrum av hesum liðunum.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948