Fáa svar um undantøk í morgin

Fáa svar um undantøk í morgin
Sjúkrarøktarfrøðingarnir herða nú verkfallið. 25 sjúkrarøktarfrøðingar afturat fara í verkfall hósdagin, so samlaða talið tá verður 75
20.10.2020 - 19:33

Nú verður hugt eftir, um sjúklingar kunnu flytast á aðrar deildir, sigur Margit Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hósdagin klokkan 15:00 fara sjúkarøktarfrøðingarnir á B8 á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall. Tað boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá seinnapartin. 

Landssjúkrahúsið hevur biðið um undantøk, so at tey fáa fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis, men tey fáa ikki at vita fyrr enn í morgin, hvørji undantøk verða givin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008