- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um svimjingina í heyst
Føroysk svimjing hevur stórar avbjóðingar í løtuni.
Koronafarsóttin hevur órógvað illa, og tí er ikki greitt, hvussu skráin sær út í heyst.
Kappingar uttanlands avlýstar
Fáar - um nakrar - svimjikappingar uttanlands vera, sum ætlað, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya.
Stórur partur av fíggjarætlanini hjá svimjisambandinum verður nýttur til júst kappingar uttanlands, og tí verður peningur tøkur til annað virksemið.
Men júst hvat tað virksemið verður, er ógreitt í løtuni.
Svimjiundirvísing til skúlabørn
Formaðurin í svimjisambandinum vísir tó á, at nógvir skúlanæmingar, sum vórðu sendir til hús í mars, ikki hava fingið nøktandi svimjiundirvísing í fleiri mánaðir.
- Í svimjiítróttini hava vit eina heilt aðra uppgávu eisini, og tað er at læra fólk at svimja, so vit sleppa undan druknivanlukkum, sigur Rókur í Jákupsstovu.
- Vit hava ein árgang, sum er sendur heim, og tí ikki lærur at svimja. Vit mugu hava tey aftur í hylin, og vit mugu læra tey at svimja. Tey kunnu ikki hava hetta holið í sínum førleikum, sigur formaðurin við 3-2.
Tað er eitt av málunum, sum Rókur í Jákupsstovu fer at taka fram saman við føroysku svimjifeløgunum um vikuskifti.