Eingi boð eftir Bo

Eingi boð eftir Bo
Bo Henriksen avsannar sjálvur søgurnar um, at hann skal vera landsliðsvenjari í Føroyum
15.10.2019 - 14:32

Danskir miðlar hava annars gitt, at høvuðsvenjarin hjá AC Horsens fór at loysa Lars Olsen av í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari.

Somu søgur fingu av álvara bein at ganga á, tá liðformaðurin í AC Horsens og føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, segði, at hann helt Bo Henriksen hevði riggað sera væl í starvinum.

Men sum tað sæst í brotinum omanfyri, avsannar Bo Henriksen sjálvur søgurnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008