Viviann bjargaði VÍF sigurin

Viviann bjargaði VÍF sigurin
Viviann Petersen syrgdi fyri, at VÍF vann á H71, tá hon bjargaði brotskasti í allarsíðsta sekundi
13.02.2019 - 22:15

Stóru smílini vóru frammi á vestmenningum, tá tað í kvøld eydnaðist teimum at vinna 26-25 á H71 í Hoyvíkshøllini.

H71 var á odda 16-14 í hálvleikinum. Men nakrar taktiskar broytingar frá VÍF hjálptu til, at tær akkurát vunnu á H71.

Serliga dramatiskt var tað móti endanum, tá H71 hevði møguleika at javna, men Viviann Petersen bjargaði brotskastinum frá Maritu Mortensen.

Seinna hálvfinalan ímillum VÍF og H71 verður í Vestmanna sunnudagin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947