H71 kom væl frá byrjan

H71 kom væl frá byrjan
H71 tryggjaði sær tvey stig í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í steypakappingini
23.01.2019 - 21:28

H71 vann í kvøld 27-22 á StÍF í fyrsta umfari í steypakappingini. Hálvleiksstøðan var 12-10 til H71.

Toppskjútti fyri H71 varð Maria H. Weyhe við sjey málum.

Toppskjútti hjá StÍF bleiv Emmy Kass við fimm málum.

Hin dysturin í hesum bólkinum, sum eisini bleiv spældur í kvøld, endaði við stórsigri til Neistan.

Neistin vann 33-12 á Stjørnuni 2.

Drós Ragnarsdóttir bleiv toppskjútti fyri Neistan við seks málum.

Oddvør Josephsen skoraði fimm mál fyri Stjørnuna 2.

Í morgin byrjar steypakappingini hjá monnum, tá Kyndil 2 tekur ímóti H71 í høllini á Hálsi.

Ein landskappingardystur er eisini í morgin. Team Klaksvík tekur ímóti StÍF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947