- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trolbátar hava stovnað egið manningarfelag
Trolbátar hava stovnað egið manningarfelag
32 mans eru limir í nýggja felagnum
08.01.2019 - 20:08
- Vit klára okkum líka væl í einum lítlum felagi, sum at verða partur av einum størri felagi.
Tað sigur Fríbjartur Dahl-Olsen, formaður í nýggja manningarfelagnum MFT, sum er fakfelag hjá teimum 32 monnunum, ið sigla við teimum sjey trolbátunum í flotanum.
Formaðurin væntar ikki, at nýggja manningarfelagið fer at vaksa nógv, og felagið er ikki ætlað sum ein kappingarneyti hjá hinum manningarfeløgunum, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV