Rigmor Dam: Eg visti einki um meirnýtsluna

Rigmor Dam: Eg visti einki um meirnýtsluna
Kemur tað so langt, skal tingið sleppa at atkvøða um eitt misálit, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.
17.12.2018 - 20:25

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ætlar ikki at geva skarvin yvir, hóast tað vísir seg, at meiriluti er í tinginum fyri einum misáliti á seg í málinum um skúlabyggingina í Marknagili.

Tað gjørdi hon greitt í sjónvarpinum í kvøld.

Kemur tað so langt, skal tingið sleppa at atkvøða um eitt misálit, segði landsstýriskvinnan.

Rigmor Dam sigur, at hóast regluligar fundir við Landsverk, visti hon einki um meirnýtsluna.

Andstøðan sigur, at tekur landsstýrið ikki politiska ábyrgd av meirnýtsluni, umhugsar hon at leggja fram misálit á landsstýriskvinnuna í mentamálum.

Men andstøðan ger einki, fyrr enn hon hevur meiriluta fyri misálitinum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109