- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov fá parkeringspláss við Karlamagnusarbreyt
Kommunan hevur sostatt ikki hildið sínar egnu ásetingarnar í almennu byggisamtyktina um, at eitt parkeringspláss skal verða til hvønn 75 fermetur av íbúð, sum verður bygd.
Tað staðfestir Kærunevndin í niðurstøðu í kæru frá fólki í økinum.
Vit hava í dag roynt at fingið viðmerking frá forkvinnuni í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Marin Katrinu Frýdal, men tað hevur ikki eydnast okkum.
Niðurstøðan hjá Kærunevndini í lendismálum kann lesast her.
Ferðslutrygdin ikki í lagi
Í Dag og Viku fríggjadagin vísti leiðslan, stýrið fyri Skúlan við Løgmannabreyt, foreldur og grannar á, at tey halda, at ferðslutrygdin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvik, sum eisni er skúlavegur, er versnað munandi, hóast kommunan fyri einum lítlum ári síðani lovaði at bøta um trygdina.
Ein kanning, sum tekniska nevnd í býráðnum hevur bílagt, vísir eisini, at ferðslutrygdin er ikki í lagi.
Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, viðurkendi ferðslutrupulleikan á Karlamagnusarbreyt, og segði at kommunan átti at hava gjørt meira fyri at bøta um ferðslutrygdina, millum annað at broya byggisamtyktina, so bygt varð longri inni á grundstykkjunum.
Ferðslukanningina hjá kommununi frá september 2017 kan lesast her.
Foto: Jakob Jørgensen