Marita og H71 bastu VíF

Marita og H71 bastu VíF
Ungu hoyvíkskvinnurnar - við Maritu Mortensen á odda - prógvaðu, at tær skulu takast í álvara, tá tær sunnukvøldið vunnu á favoritunum í Vestmanna
08.10.2018 - 15:15

Kvinnuliðini hjá VíF og H71 høvdu bæði fult stigatal áðrenn toppdystin sunnukvøldið.

Stóri spurningurin undan dystinum var, um ungu hoyvíkskvinnurnar megna at geva vestmenningum kapping í ár.

Og tann spurningurin var so sanniliga svaraður í høllini í Vestmanna sunnudagin. 

Marita Mortensen gekk á odda

Ein stjørna varð fødd í høllini í Vestmanna sunnukvøldið.

Hon eitur Marita Mortensen, og gekk á odda, tá hoyvíksgenturnar gjørdu tað ógjørliga og vunnu á greipuvinnarunum VíF - enntá á útivølli.

Ein onnur stjørna varð skadd í Vestmanna. Hon eitur Durita Jojic og noyddist av vøllinum síðst í fyrra hálvleiki.

Skaðin kann koma vestmenningum dátt við í ár. Serliga nú, tá tað vísir seg, at í øllum førum H71 ætla at bjóða av í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946