- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Henrik Old vorðin pínslarváttur
Viðmerkjari: Henrik Old vorðin pínslarváttur
Henrik Old hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum
01.10.2018 - 20:45
Henrik Old kendi seg tiknan av ræði í málinum um, hvønn tunnil tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera fyrst, og tí avgjørdi hann at leggja frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkir málsøkið fyribils, og tað ganga nakrar vikur, áðrenn annað landsstýrisfólk verður sett.
Georg L. Petersen, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, væntar ikki, at tað fær nakrar avleiðingar fyri samgonguna, at Henrik Old er farin úr landsstýrinum, men hann er onkursvegna vorðin ein pínslarváttur, heldur blaðstjórin á Dimmalætting
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV