- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðstevna um kynsligan ágang á børn
Ráðstevna um kynsligan ágang á børn
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, heldur, at okkum vantar gransking á hesum øki í Føroyum
20.08.2018 - 20:29
Internetið og sosialir miðlar eru vorrðin óloysandi partur av áganginum og harðskapinum, sum hendir millum ung.
Tað vísa kanningar, sum Carolina Øverlien, granskingarleiðari í Noregi, sum í hesum døgum er við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum um kynsligan ágang á børn.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, sum er millum teirra, ið skipa fyri ráðstevnuni, sigur, at í Føroyum vantar gransking á hesum øki. Hon var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Meira enn 200 útlendingar eru við á ráðstevnuni, men bara 60 føroyingar, og eingin føroyingur skal halda fyrilestur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV